Umbýtingarrættur

Í SMS er felags umbýtingartænasta galdandi fyri allar handlarnar í húsinum. Viðskiftafólk kunnu tí trygt handla hjá okkum og fáa somu umbýtingartænastu í øllum handlum, tá tey hava keypt eina vøru, sum tey ynskja at býta um - eisini um vøran er ein gáva.

Í sambandi við jólahandilin veita handlarnir eina serliga jólagávu-umbýtingartænastu. Hendan tænasta hevur við sær, at tú longu frá 1. november kanst keypa eina jólagávu, ið kann verða býtt um í seinasta lagi 6. januar 2018. Umframt hesa hava vit eisini serliga gávu-umbýtingartænastu.
 

Galdandi umbýtingarrættur í SMS

Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðil ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

1) 
at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og

2) at vøran er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt.

3) 
Umbýtingarrætturin er tó ikki galdandi fyri køli- og frystivørur.

 

Útsøluvørur og tilboðsvørur

Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hon ikki býtast um, og goldin peningur verður ikki endurgoldin.

 

Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur

Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 1. november til og við 6. januar. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við leygardegnum 6. januar 2018.

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost