Koyristólar eru til láns í SMS

Kom inn á skrivstovuna, fyll út eitt lániskjal og tú fært stólin útflýggjaðan. Koyristólarnir eru bert til brúks inni í SMS og á parkeringsøkinum hjá SMS og skulu latast innaftur í seinasta lagi, tá SMS letur aftur.

Á lániskjalinum verður biðið um leigarans navn, bústað og telefonnr. Harumframt skal leigarin við undirskrift vátta lánið av stólinum.

Koyristólarnir verða útlántir uttan kostnað. Einasta treyt er, at farið verður væl við stólinum og, at hann verður latin innaftur til ástettu tíðina. Fyri skaða á koyristól verður endurgjald kravt.

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost